Forskúlin hevur góða undirtøku

Umframt tey 685 børnini, sum fóru í fyrsta flokk, í august, byrjaðu 144 børn í forskúla, sum eisini er eitt slag av fyrsta skúladegi

Umframt tey 685 børnini, sum fóru í fyrsta flokk, í august, byrjaðu 144 børn í forskúla, sum eisini er eitt slag av fyrsta skúladegi.

 

Skúlablaðið skrivar, at forskúlin fær betri og betri undirtøku. Sambært blaðnum ganga hetta skúlaárið 144 børn í forskúla. Seinastu árini eru fleiri forskúlar komnir, tann nýggjasti er í Runavíkar Kommunuskúla, sum tekur ímóti 30 forskúlabørnum.

 

– Hóast forskúlin framvegis elvir til kjak millum lærarar og námsfrøðingar, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag, er eingin ivi um, at komandi árini fara fleiri forskúlar at koma, skrivar Skúlablaðið, sum vísir á, at greitt er, at nýggi Skúlin á Fløtum, sum fer at verða bygdur í vesturbýnum í Havn, fer at hava forskúla. Somuleiðis fer Lítli skúli, sum er nýggjur privatskúli, at hava forskúla.

 

Tað eru ikki tvey ár síðan, at kunngerðin um forskúla kom, og sum Skúlablaðið skilir virka allir forskúlarnir í landinum eftir kunngerðini uttan forskúlin í Sankta Frans skúla, sum er tann elsti í landinum.