Forskúlalíknandi tilboð á Velbastað í ár

Nú verður forskúlalíknandi tilboð á Velbastað. Tilboðið verður skipað í samstarvi millum Velbastaðar skúla og Dagstovnin á Velbastað.

 

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.

 

Endamálið við forskúlalíknandi tilboðnum er, at børnini læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur. Forskúlalíknandi tilboðið verður eisini partur av innskúlingini, yngsta bólki í skúlanum.

 

Í tilboðnum verður dentur lagdur á eina spælandi tilgongd til tøl, mongdir, bókstavir og ljóð. Tilboðið verður skipað við støði í kunngerðini um skipan og læring í forskúla, og virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um hesi høvuðsøki:

 

  • Samveru og samstarv
  • Mál og málmenning
  • Rørslu og motorikk
  • Sosialar førleikar
  • Undran, forvitni og skapanargleði
  • Handaverk og list
  • Støddfrøði og náttúru og at nýta náttúruna í læringini

 

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum, skrivar torshavn.fo millum annað.