Aftur í nátt var ófriðarligt í fleiri av forstøðunum kring Stockholm, og bæði í Tensta, Flemingsberg, Kista og Bromsten settu ófriðartangar eld á fleiri bilar.
Í Solna varð eldur settur á Näckrosen-forskúlan (mynd), sum brann í grund í morgun, men ikki er heilt greitt, um hesin eldur hevur beinleiðis samband við ófriðin og herverkið, sum annars er nógvastaðni.
Men hóast alt hetta kann ljóða ógvusligt, er tað við at blíva friðarligari á leiðini við Stockholm, men nýggi trupulleikin er so hinvegin, at ófriðurin tykist breiða seg til aðrar partar av Svøríki.