Herálvur Jacobsen, formaðurl, v/Føroya Lærarafelag
------
Seinastu tíðina hevur nógv prát verið um forskúlar. Nakrar røddir eru fyri forskúlum, meðan aðrar eru ímóti. At tørvur er á einum øðrvísi tilboði til tey seks ára gomlu, enn tað, tey hava í dag, tykist semja tó vera um. Kommunur kunnu seta forskúlar á stovn við heimild í fólkaskúlalógini. Lærarafelagið hevur ta greiða støðu, at forskúlar eiga at verða settir á stovn, og at forskúlakunngerðin, sum Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot til, eigur at verða lýst.
Í londunum kring okkum fara børn í skúla sum 6 ára gomul undantikið í Svøríki og Finnlandi, har tey fara í skúla sum 7 ára gomul. Í Svøríki og Finnlandi er forskúli sjálvboðin. Hóast tað ganga meira enn 90% av hvørjum árgangi í forskúla. Í Finnlandi, sum er tað landið sum ofta verður tikið fram sum fyrimynd, ganga 96% av 6 ára gomlu børnunum í forskúla.
Í Føroyum hava vit royndir við forskúla. Sankta Frans skúli hevur í mong ár skipað fyri forskúla, men seinastu árini hava Leirvíkar skúli, og frískúlin Keldan og í fjør Skála skúli eisini skipað fyri forskúla. Tað eru greiðar ábendingar um, at tey børn, sum hava gingið í forskúla, eru nógv betur fyri, bæði sosialt og fakliga, við skúlabyrjan, enn tey, sum ikki hava gingið í forskúla. Altjóða kanningar stuðla eisini upp undir hesar ábendingar.
Í samband við at forskúlar verða settir á stovn, metir Lærarafelagið, at tað er av alstórum týdningi, at tað eru útbúnir lærarar og námsfrøðingar, sum starvast í forskúlanum. Og at lærarar og námsfrøðingar fáa somu møguleikar til eftirútbúgving. Somuleiðis eigur normering av starvsfólki í mun til barnatalið at verða hóskandi.
Lærarafelagið er av teirri áskoðan, at samstarvið millum fakbólkarnar báðar hepnast best, um lærarar og námsfrøðingar í forskúlanum verða javnt stillaðir, hvat viðvíkur arbeiðsumstøðum.










