Hetta er framhald av grein ?Forskúlaflokkar ? ein viðmerking?, sum skrivað varð í sambandi við fundin hjá Foreldrafelagnum um banaansingina í Havn. Greinin endaði við at spyrja, hví ikki fleiri forskúlaflokkar eru settir á stovn.
Mítt sjónarmið er, at forskúli átti at verið eitt tilboð á øllum skúlum í kommununi ? ein sjálvboðin skipan, ikki eitt krav. Vísandi til áhugan fyri forskúlanum á Sankta Frans og gongdina í øðrum Norðurlondum, hevði eg væntað, at minst helvtin av foreldrunum hevði tikið av. Fyri at tryggja góðskuna á forskúla og frítíðarskúla áttu neyðug krøv sjálvsagt at verið sett. Verandi rammur eru ikki nóg góðar, tí hevði verið neyðugt við nýíløgum. Men við einum góðum vilja frá øllum pørtum ? og einum lyfti um skjótar ábøtur - hevði verið møguligt at fingið forskúlaflokkar longu komandi ár, um ikki á øllum, so á flestum skúlum í kommununi. Hetta t.d. við at latið forskúlabørnini verið í frítíðarskúla um morgunin og í skúla seinnapart.
Høvdu vit fingið 6 forskúlaflokkar afturat komandi ár, so hevði tað havt ta óbeinleiðis ávirkan, at bíðilistin til dagansingina minkaði tilsvarandi, t.e. við út við 150 børnum. Eg kann tí ikki gera annað enn at mæla Foreldrafelagnum til at sýna tiltakinum ans.
Kommunan hevur ikki sovið í tímanum í hesum máli. Síðan nýggja Fólkaskúlalógin var samtykt í 1997, hava vit roynt at trýst á. Í lógini verður ásett, at kommunur kunnu seta á stovn forskúlaflokkar, men reglugerð má fyrst gerast. Eingin reglugerð er enn skrivað, hóast álit varð handað landsstýrismanninum í 1999. Tað ber tí illa til at lasta kommununi í hesum máli, vit eru rætt og slætt ikki sloppin til verka. Vónir vóru um, at vit sluppu til verka í ár ? í øllum førum partvís - og tí varð peningur settur av, men einki hendi.
Landsmyndugleikarnir eiga ikki at sleppa at bøla oman á málinum eitt ár afturat. Væl veit eg, at onkrir spurningar eru truplir. Eitt nú um tað skulu vera petagokar ella lærarar, ið skulu stíla fyri. Harafturat kemur spurningurin um fígging, tí sum kunnugt er tað landið, sum rindar lønirnar í fólkaskúlanum. Men eg eri vísur í, at kommunan er sinnað at boyggja seg reiðuliga langt í hesum máli, bara skipanin fæst at virka sum skjótast.
Tíverri er støðan eisini margháttlig á annan hátt. Spurnartekin kann setast við, um forskúlin á Sankta Frans verður rikin á lógligum grundarlagi. Sum kunnugt er forskúlin ein arvur frá teirri tíðini, tá ið Sankta Frans var privatskúli. Men ber í dag til at hava ein kommunalan forskúla, har børnini verða tikin inn eftir um tey hava gingið í Stella Maris barnagarðinum, um tey hava systkin á skúlanum ella um foreldrini hava verið næmingar har? Nú veit eg ikki, um hetta er raðfylgjan, ella um upptøkutreglurnar eru eitt sindur broyttar. Men eg ivist ikki í, at tey foreldur, sum høvdu kært eina avvísing, høvdu fingið viðhald í sínari kæru. Afturat hesum kemur so spurningurin um foreldragjaldið, sum mær vitandi enn verður latið fyri at hava barn sítt í forskúlanum. Nú forskúlin er vorðin partur av fólkaskúlanum, kann ein av røttum spyrja, við hvørjum rætti gjaldið verður kravt.
Mær er fortalt, at á nøkrum smærri plássum sleppa tey 5-6 ára gomlu børnini í skúla (eftir avtalu við UMMS?). Hví ber hetta so ikki til í Havn, og verður foreldragjald eisini kravt á bygd?
Klæmint Olsen
býráðslimur