Reglurnar hjá FSF staðfesta, at ein sakførari skal leiða fundin, og seinnu árini hevur hesin verið Christian F. Andreasen.
Hesa ferð er Christian tó uppstillaður, og ætlandi skuldi Jens Wang, ið hevur virkað sum løgfrøðisligur ráðgevi hjá FSF, stíla fyri fundinum.
Tað er tó ikki follið í góða jørð, at sami løgfrøðingur í gjár kom til ta niðurstøðu, at SÍ og SÍF ikki høvdu atkvøðurætt á fundinum. Roknað verður við, at hetta kostar sitandi forsetanum tvær atkvøður í hansara dysti fyri at verða afturvaldur, og sum skilst er nú rúkandi ósemja í starvsnevndini um, hvør skal leiða fundin.
Alt fundarfólkið situr nú og bíðar, men enn eru starvsnevnd ella fundarstjóri ikki at hóma.










