Forsetin vitjar jarðskjálvtaøkið

Kinesiski forsetin, Hu Jintao, kom í morgun til Sinchuan-landspartin, har ein harður jarðskjálvti var mánadagin Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at Hu Jintao ætlar sær at vita, hvussu bjargingararbeiðið gongur. Frammanundan er forsætisráðharrin, Wen Jiabao, í jarðskjálvtaøkinum.

Kinesisku myndugleikarnir hava sent einar fleiri túsund hermenn og løgreglumenn til jarðskjálvtaøkið í einari roynd at bjarga so mongum sum gjørligt.

Jarðskjálvtin mánadagin var 7,9 á Richter-stiganum.