Forsetin vildi einki siga

Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, var í dag og greiddi atkvøðu á fólkaatkvøðuni um Icesave-sáttmálan, men hann vildi ikki siga, hvørt hann hevði atkvøtt ja ella nei. Tíðindafólk, sum vóru á valstaðnum á Álftanesi, vildu fegin vita, hvat forsetin hevði atkvøtt, men Ólafur Ragnar svaraði, at tað var ikki góður siður at avdúka sína støðu sama dag, sum atkvøðugreiðslan er. Tí fingu tíðindafólk ikki at vita, hvar hann hevði sett krossin.

Tað var Ólafur Ragnar Grímsson, sum gjørdi av, at semjan, sum stjórnin hevur gjørt við bretar og niðurlendingar um Icesave-skuldina, skuldi til fólkaatkvøðu. Eftir hansara meting var tað ikki nóg mikið, at Altingið samtykti sáttmálan.