Eftir at samráðingarnar millum vinstrasinnaðu stjórnina og andstøðuna slitnaðu í gjár hevur valnevndin í Venesuela gjørt av, at forsetavalið í landinum skal verað 22. apríl – so sum forsetin ynskti.
Andstøðan í Venesuela hevði ynskt sær val í juni, tí tað hevði givið teimum stundir at velja sær nýggjan leiðara, nú tveir av leiðarum teirra eru fongslaðir. Men valnevndin í Venusela hevur valt 22. apríl til valdag.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja video frá AFP/RITZAU.