Forsetin í Ungarn lagt frá sær

Forsetin í Ungarn, Pal Schmitt, hevur lagt frá sær. Avgerðina hevur hann tikið, eftir at lærdi háskúlin í Budapest tók frá honum doktaraheitið í ítróttarsøgu, tí tað vísti seg, at hon í stóran mun var skrivað eftir tí, sum onnur høvdu skrivað.

Ágangurin á Pal Schmitt (myndin) hevur verið harður, síðani tað bleiv avdúkað, at hann hevði fingið sítt doktaraheiti undir skeivum fotreytum. Í einari meiningakanning søgdu 90 prosent av teimum spurdu, at tey vildu hava forsetan frá. Tá segði hann nei við teirri grundgeving, at hansara doktararitgerð hevði einki við forsetaembætið at gera.

Í dag valdi hann so kortini at leggja frá sær.