Fótbóltur
Á heimasíðuni hjá FSF verður nú boðað frá, at Óli Holm, forseti, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Høgni í Stórustovu allir taka við afturvali.
Á heimasíðuni verður somuleiðis sagt, at starvsnevndin er samd um at stuðla afturvalinum av teimum fýra.
Enn er ikki greitt, um nøkur mótvalevni verða til sitandi nevndarlimir. Fyri tveimum árum síðani royndi Birgir Enghamar, sum nú er formaður í HB, at koppa sitandi forsetanum, men atkvøðugreiðslan endaði við javnleiki, og tí kundi Óli Holm halda fram í sessinum.