Forsetin tekur ikki við afturvali

Sølvi Reinert Hansen hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali á ÍSF-aðalfundinum

Ítróttur

Hesum hevur Sølvi boðað frá í skrivi, sum er sent stjórnarlimunum í ÍSF.
- Eg havi fleiri onnur frítíðarítriv, sum eg eri glaður fyri, útyvir ÍSF, og hesi bæði seinastu árini havi eg kent, at ÍSF-starvið hevur tikið tíð frá øllum øðrum. So komandi tíðina havi eg valt at nýta mína tíð til onnur áhugamál enn ÍSF, skrivar forsetin millum annað í fráboðanini til stjórnarlimirnar.
Sølvi Reinert stillaði upp til forsetavalið fyri tveimum árum síðani, eftir at Heðin Mortensen hevði røkt sessin í meira enn fjórðingsøld. Tíðarskeiðið hjá Sølva gjørdist tó ikki eins langt á hesum sinni, nú hann takkar fyri seg eftir fyrsta tvey-ára skeiðið.