Í Bangladesh hevur Iajuddin Ahmed, forseti, gjørt av at seta seg sjálvan á odda fyri einari fyribilsstjórn, sum skal stýra landinum, til val verður aftur næsta ár. Ein fyrrverandi dómari skuldi annars standa á odda fyri fyribilsstjórnini, men hann tók seg aftur í síðstu løtu. Tað hevur verið ófriðarligt í Bangladesh teir seinastu dagarnar, og eygleiðarar siga seg ivast í, at ófriðurin fer at hasa av, nú forsetin hevur sett seg sjálvan sum stjórnarleiðara. Í gjár vóru mótmælisgongur nógvastaðni í landinum, men tær vóru friðarligar, skrivar Reuters.