Forsetin í Suðurafrika, Cyril Ramaphosa, er nú farin í sóttarhald, eftir at ein persónur, sum hann át døgurða saman við, varð staðfestur at hava koronusmittu.
Forsetin hevur ikki víst nøkur symptomir enn, og hann er førur fyri at røkja skyldur sínar heimanifrá, sigur forsetaskrivstovan sambært BBC.
Ramaphosa er sostatt seinasti ríkisleiðarin, ið fer í sóttarhald fyri koronuvirus. Frammanundan hevur smittan verðið stafest hjá millum øðrum Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, Jair Bolsonaro, forseti í Brasil og Donald Trump.
Í Suðurafrika eru staðfestir umleið 720.000 tilburðir av koronu, og higartil hava 19.000 fólk latið lív av smittuni í Suðurafrika.