Forsetin stóð fyri rættlestrinum

Tá bøkur verða skrivaðar, er eisini av stórum týdningi, at málsligi parturin er í lagi. Tað tykist hann eisini vera hjá teimum báðum, Johan Nielsen og Jógvan Martin Olsen, sum hava skriva Fótbóltur Framá, og í øllum førum skuldi rættlesturin av bókini verið í lagi. Tað er eingin annar enn FSF-forsetin, Óli Holm, sum hevur hjálpt til við rættlestrinum, so tann parturin av málinum skuldi verið í lagi. Óli er útbúgvin lærari, og tó at landafrøði er sergrein hansara, so hevur mál eisini havt hansara stóra áhuga ígjøgnum mong ár.