Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia kunngjørdi í dag, at fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin Radovan Karadzic sleppur ikki at boðsenda grikska forsetanum, Carolos Papoulias (myndin), at vitna fyri dómstólinum.
Karadzic heldur uppá, at hann er ósekur í ákæruni um at hava skipað fyri einari bumbuspreinging í Sarajevo í 1994, har 67 fólk doyðu, og hann vil vera við, at Papoulias kann vátta, at tað er so.
Tað er komið fram fyrr, at nógvir grikkar styðjaðu serbarnar í borgarakrígnum, og haðani stavar tað serbiska orðafellið um, at Guð og grikkar vóru teir einastu, sum vóru í parti við serbum.
Radovan Karadzic er ákærdur fyri krígsbrotsverk, fólkamorð og brotsverk ímóti mannaættini. Hann varð tikin í Beograd fyri fýra árum síðani.