Forsetin settur í starv

Viktor Janukovich varð í morgun tikin í eið sum forseti í Ukraina. Hann vann seinna valumfar tann 7. mars ímóti Juliu Timoshenko, forsætisráðharra. Hon vil vera við, at Viktor Janukovich vann við sviki, men hon hevur slept einari ætlan um at leggja málið fyri dómsvaldið.

Hinvegin hevur hon ikki viðurkent tann nýggja forsetan, og hon sýtir eisini fyri at fara frá sum forsætisráðharri.

Har verður hon helst eisini sitandi, tí forsetin hevur ikki ta neyðugu undirtøkuna í tjóðartinginum til at koyra hana frá.