Forsetin setir ultimatum

Tað er eingin loyna, at tað leingi hevur verið ísakalt millum teir báðar, sum hvør í sínum lagi sita á ovastu rók í føroyskum fótbólti. Ísak Mikladal sum umsitingarligur leiðari og Høgni í Stórustovu sum forseti.

Áður er stríðið teirra millum komið til kennar í fjølmiðlunum, tá mál hava verið viðgjørd, og nú tykist bera av.

Sambært Dimmalætting fer Høgni í Stórustovu í kvøld at royna at fáa meiriluta fyri at fáa aðalskrivaran koyrdan úr starvinum. Millum annað grundað á eitt mál, sum hevur fingið UEFA til at venda eyguni móti føroyskum fótbólti.