Forsetin neyðlendi á motorvegnum

Tað var ikki sørt, at fólk í býnum Cobquecura í Chile hugdu undrandi, tá tey sóu eina tyrlu koma dalandi niður ígjøgnum luftina og seta seg á motorvegin seinasta leygardag. Tilburðurin bleiv heilt serligur, tá tað vísti seg, at sjálvur forsetin, Sebastián Piñera, kom út úr tyrluni.

Piñera sat sjálvur við róðrið, tá tað vísti seg, at lítið og einki brennievni var eftir í tanganum. Forsetin hevði tí einki í at velja, men mátti neyðlenda á motorvegnum.

Summi halda tilburðin vera skemtiligan, men onnur halda, at forsetin var ábyrgdarleysur. Hann hevur havt tyrluflúgving sum ítriv í fleiri ár, men fleiri halda, at hann eigur at leggja ítrivið til viks, so leingi hann er forseti.

Men tað er einki, sum bendir á, at Sebastián Piñera fer at lurta eftir atfinningunum. Hann sigur, at hann ætlar sær at halda fram við tyrluflúgvingini, so leingi skiparapappírini eru galdandi.