Forsetin koyrdur frá

Senatið í suðuramerikanska landinum Paraguay samtykti í gjárkvøldið at koyra landsins forseta, Fernando Lugo, frá og at byrja eina ríkisrættarsak ímóti honum. Senatið heldur ikki, at forsetin gjørdi nóg mikið fyri at forða einum stríði um jørð, sum endaði við samanbrestum millum bøndur og løgregluna í síðatu viku, har 17 fólk lótu lív.

39 av teimum 43 senatorunum atkvøddu fyri at koyra Fernando Lugo (myndin) frá, men tann frákoyrdi forsetin góðtekur ikki avgerðina og kallar hana eitt statskvett. Hann hevur nú biðið landsins hægstarætt seta samtyktina hjá Senatinum úr gildi. Fernando Lugo sigur, at avgerðin hjá Senatinum er ólóglig, tí sambært grundlógini hevur forsetin rætt til 18 dagar at fyrireika sína verju, áðrenn hann kann koyrast frá.

Onnur lond í Suðuramerika hava boðað frá, at tey viðurkenna ikki avgerðina hjá Senatinum, og at tey tí heldur ikki viðurkenna varaforsetan sum forseta.