Forsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, varð særdur í einum granatálopi á forsetaborgina í dag. Talsmenn fyri andstøðuna hava sagt, at forsetin doyði í álopinum, men ein embætismaður sigur fyri tíðindastovuni AP, at forsetin er særdur, men at talan er ikki um nakað álvarssamt.
Sambært tíðindastovunum doyðu fýra vaktarmenn í álopinum, og tjóðartingsformaðurin varð illa særdur.
Reuters skrivar, at mótstøðufólk lupu á forsetaborgina, júst sum forsetin hevði fund við fleiri leiðandi politikarar. Millum teirra, sum vóru á fundinum saman við foretanum, vóru tingformaðurin, forsætisráðharrin, varaforsætisráðharrin og guvernørurin í høvuðsstaðnum Sanaa. Summar keldur siga, at fleiri teirra vórðu særdir.









