Forsetin illur um Dunga

Brasil hevur havt eitt vánaligt OL higartil. Ikki minst hevur tað skapt ónøgd, at landið tapti hálvfinaluna í olympisku fótbóltskappingini móti Argentina. Og nú hevur forsetin í landinum, Luiz Inacio Lula da Silva, fingið nokk. Hann sigur nevnliga, at Dunga ikki hevur skil fyri at gagnnýta talentið í brasilskum fótbólti, og at hann tí skal koyrast úr starvinum. Dunga er ein tann mest vinnandi brasilski spælarin nakrantíð, men dygdir hansara vóru tó ikki tær typisku samba-rútmurnar, sum Brasil annars er kent fyri.