Í morgun sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, við tíðindastovuna Reuters, at náttin hevur verið hørð fyri Ukraina og høvuðsstaðin Kiev, og hann heldur upp á, at russiska hermegin eisni leypir á sivil mál í býnum.
- Teir leypa á alt, sigur forsetin við tíðindastovuna.
Sambært útlendskum miðlum hava bardagar verið í alla nátt. Men, ukrainski herurin hevur tryggjað, at høvuðsstaðurin framvegis er undir ukrainskum ræði, nú sunnumorgun er, og russiska hermegin hevur herjað landið síðan innrásina hósdagin.
Ukraina er eitt stórt land, og her búgva út við 45 miljónir fólk. Tá stóra russiska krígsmaskinan leypir á so víða um, er tað sjálvsagt trupult hjá ukrainska herinum at standa eins sterkir allastaðni.
Í morgun skriva útlendskir miðlar, at russar í løtuni hava valdið á næst størsta býi í landinum, Kharkiv.
Ein oljugoymsla nærindis býnum, Vasylkiv, einar 40 kilometrar sunnan fyri Kiev, er eisini rakt, og stendur í ljósum loga. Russiskar rakettir raktu goymsluna, skriva útlendskir miðlar.
Í býnum Vasylkiv er ein stórur hernaðarligur flogvøllur, og her eru fleiri oljugoymslur. Russiskar og ukrainskar deildir hava verið í bardaga í býnum síðan fríggjanáttina, og borgarstjórin í býnum, Natalia Balasynovych, sigur, at russar hava bumbað bæði býin og flogvøllin.
Myndugleikarnir í Kiev hava heitt á fólk um at hava vindeygu aftur, tí roykurin frá brennandi oljugoymsluni kann vera vandamikil.
Tíðindafólk hjá CNN, sum eru í miðbýnum í Kiev, sigur, at tey hoyrdu harðar spreingingar um midnáttarleitið í gjár, og himmalin yvir Kiev var upplýstur av rakettum.
Útigongubannið í Kiev er fyribils galdandi fram til mánamorgunin. Fólk, sum eru úti á gøtuni millum klokkan 17 og 08 um morgunin, vera roknað sum fíggindar, sigur borgarstjórin í býnum.
Útlendskir miðlar vita at siga, at russar hava bumbað eina goymslu, sum goymir radioaktivt burturkast. Sjálvvirkandi mátiskipanin, sum mátar radioaktivitet, er oyðiløgd, siga ukrainsku myndugleikarnir.
Tað hevur tó eydnast at skipa eina nýggja og flytbara mátiskipan, soleiðis at radioaktiviteturin frá goymsluni kann mátast. Sum skilst, eru mátingarnar í lagi, og tað er greitt, at sjálv goymslan við kjarnorkuburturkasti eisini er í lagi.
Sambært skrivstovuni hjá forsetanum í Ukraina klokkan 04 í nátt hevur ukrainski herurin oyðilagt eitt russiskt herfylgi við stríðsvognum í Hostomel, sum liggur í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Kiev.
Ukrainskir miðlar vita at siga, at herurin hevur oyðilagt 56 russiskar stríðsvognar, og at ein russiskur herovasti var milllum teir, sum lótu lív. Tíðindini eru tó ikki váttað av óheftum keldum.
Í morgun hevur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksii Reznikov, róst ukrainska herinum fyri at hava vart landið so væl.
- Uttan herin hjá okkum og okkara fólk hevði Evropa ongantíð verið trygt. Tað hevði einki Evropa verið uttan okkum, verður verjumálaráðharrin endurgivin fyri at siga við ukrainskar miðlar í morgun.
Ukrainskir miðlar skriva eisini í morgun, at russiskar rakettir hava rakt eitt sjúkrahús í Kiev, sum viðger børn við krabbameini. Sagt verður, at eitt barn læt lív, og tvey onnur børn og tvey vaksin vórðu særd í álopinum.
Amerikanskir myndugleikar hava boðið sær til at hjálpa ukrainska forsetanum úr Kiev, soleiðis at hann ikki verður tikin til fanga ella dripin, men Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann verður verandi í høvuðsstaðnum.