Forsetin í Rumenia ætlar at gerast Nato-ovasti

Eysturevropa kann koma við einum »virðismiklum íkasti« til arbeiði hjá Nato heldur forsetin í Rumenia, sum stillar upp

Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, ætlar sær at gerast næsta aðalskrivarin í Nato.

Tað sigur hann, nú fleiri limalond annars stuðla hollendska forsætisráðharranum, Mark Rutte, sum er eitt boð upp á at gerast næsti aðalskrivari.

– Eg ahvi gjørt av at koma við í kappingina um starvið sum Nato aðalskrivari, sigur Iohannis sambært Reuters.

– Eg haldi, at Nato má endurnýggja sína uppfatan av endamálinum. Eysturevropa hevur eitt virðismikið íkast til Nato-samráðingar og Nato-avgerðir

Norski Jens Stoltenberg situr í starvinum, men hann fer frá. Tað verður í heyst eftir tíggju ár sum ovasti leiðarin í Nato.

Í løtuni er Mark Rutte greiður favorittur við stuðli frá stórum Nato-londum sum USA, Frankaríki, Týsklandi og Bretlandi. Danmark stuðlar honum eisini.

Bæði Ungarn og Turkaland hava latið skilt, at tey ikki vilja hava Rutte sum valevni.

Tað er tó hent áður, at tað eru gjørdi politiskir handlar við limalond fyri at røkka eini endaligari semju um valevni.

Nato-leiðarar verður nevndir við semju, konsensur, og tað krevur stuðul - ella í øllum førum onga mótstøðu - frá øllum 32 limalondunum.

Mette Frederiksen var í summar nevnd av fleiri altjóða miðlum sum eitt møguligt boð, men so longdi Stoltenberg sítt skeið. Hon verður ikki nevnd longur.

Í staðin verður hildið, at Mark Rutte hevur stuðul frá eini 20 londum, og tí verður Iohannis mettur sum eitt ósannlíkari valevni.

Hann hevur verið forseti í Rumenia síðani 2014. Sambært grundlógini kann hann ikki stilla uppaftur á næsta eftir at hava sitið í starvinum í tvey skeið.

Tað er enn ikki hent, at ein aðalskrivari hevur verið úr Eysturevropa.

/ritzau/