Forsetin hjá Inter deyður

Forsetin hjá italska stórfelagnum Inter, Giacinto Facchetti, mátti í gjár geva skarvin yvir eftir drúgva sjúkralegu, og doyði hann 64 ára gamal. Fyrrverandi landsliðsleikarin í italska landsliðnum var at kalla ímyndin av Catenaccio-spælskipanini, og í sínum 476 dystum fyri Inter vann tvey italsk meistaraheiti, og tvær ferðir var hann við at lyfta Inter á ovastu rók í Evropa Cup. Giacinto Facchetti var liðformaður á landsliðnum, og fekk hann 94 dystir í bláa búnanum.
Síðani 2004 var Giacinto Facchetti forseti í Inter, men í dag verður boðað frá, at gamla legendan nú er deyð av krabbameini.