Forsetin eigur at halda fram

Flestu íslendingar tykjast halda, at Ólafur Ragnar Grímsson eigur at halda fram sum forseti Næsta summar hevur Ólafur Ragnar Grímsson verið íslendskur forseti í tólv ár. Men hóast bara seks mánaðir eru eftir av hesum valskeiðinum, hevur hann ikki boðað frá, um hann stillar uppaftur.

Flestu íslendingar vilja hava forsetan at halda fram. Tað vísiti ein spurnarkanning, sum Støð 2 í Reykjavík gjørdi í gjár.

Ein meiriluti av teimum spurdu hildu, at forsetin hevur roynst væl í embætinum, og at hann eigur at halda fram, skrivar blaðið Vísir.