Forseti særdur av skotum

Forsetin í vesturafrikanska landinum Mauritania, Abdel Aziz, liggur á einum hernaðarsjúkrahúsi, eftir at hann varð raktur av skotum í gjár. Fyrrapartin bleiv kunngjørt, at forsetin verður fluttur á eitt sjúkrahús í París seinni í dag.

Mauritanska sjónvarpið segði í gjárkvøldið, at av misgáum høvdu nakrir stjórnarhermenn skotið eftir bilafylginum hjá forsetanum nakað uttan fyri høvuðsstaðin Nouakchott. Hermenninir vistu ikki, at forsetin var í einum av bilunum, segði sjónvarpið.

Tey fyrstu tíðindini søgdu, at ein maður á motorsúklu var komin upp á síðuna av bilinum við forsetanum og hevði skotið eftir honum, men hetta varð seinni avsannað.

Abdel Aziz kom til valdið í Mauritania í 2008, tá herurin tók valdið í landinum. Árið eftir varð hann valdur til forseta eftir einari avtalu við ta politisku andstøðuna.