Forseti nr. 44 heldur fram

Nú er endaliga staðfest, at demokraturin Barack Obama heldur fram sum amerikanskur forseti og kann sostatt framvegis kalla seg tann 44. amerikanski forsetin.

Valsigurin bleiv staðfestur, tá myndugleikarnir í statinum Ohio kunngjørdu, at Obama hevði vunnið har, tí við hesum sigrinum hevði hann tryggjað sær meiri enn teir 270 valmenninar, sum eru neyðugir fyri at vinna.

-Hetta hava vit framt í felag, og tað er tykkum fyri at takka. Takk øll somul. Fýra ár afturat, skrivaði tann júst afturvaldi forsetin á sín Twitter-profil saman við einari mynd av sær og konuni, Michelle Obama.