Forseti Ísland heiðrar 11 føroyingar

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, heiðraði í dag 11 føroyingar við heiðursmerkinum „Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“ fyrir bjargingaravrik teirra í Mykinesi, tann 26. september 1970.

Heiðursmerkið íslendska fálkaorðan varð sett á stovn árið 1921 og er hon tí góð 100 ára gomul. Fálkaorðan er handað teimum sum hava givið sítt íkast til íslendska samfelagið og íslendsku tjóðina.

 

Flogvanlukkan í Mykinesi varð tá eitt íslendskt flogfar, TF-FIL, rendi á hægsta tindin í oynni, á fjallið Knúk, tá ið tað skuldi lenda í Vágum. Átta fólk lótu lívið í vanlukkuni, ein íslendingur og sjey føroyingar, men 26 fólk vóru bjargað við lívinum. Flogfarið datt niður í umleið 450 metra hædd og vístu bjargingarfólkini megnar avrik við sera ringar umstøður. Trettan teirra, sum vóru tey fyrstu á staðið eru enn á lívi, og 11 av teimum vóru við til eina hátíðarløtu í dag, 10. mai 2022.

 

Forsetin bar teimum tøkk frá íslendsku tjóðini og handaði teimum heiðursmerki íslendsku fálkaorðu, riddarakross. Tey eru:

 

  1. Aksel Niclasen, fyrrverandi sjómaður.
  2. Annfinnur á Túvuvølli Jensen, fyrrverandi fiskavirkari.
  3. Bjarni Hansen, bóndi.
  4. Dánjal Danielsen, fyrrverandi maskinmeistari.
  5. Jaspur Joensen, fyrrverandi skipsførari.
  6. Jákup í Løðu, fyrrverandi lærari.
  7. Johan Hendrik Olsen, fyrrverandi sjómaður.
  8. Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, fyrrverandi sjómaður.
  9. Karl Mikkelsen, fyrrverandi sjómaður.
  10. Katrin Dahl, fyrrverandi sjúkrarøktarfrøðingur.
  11. Kjartan Simonsen, fyrrverandi snikkari.
  12. Leon Heinesen, fyrrverandi vitavørður.
  13. Reðin Leonsson, fyrrverandi løgreglumaður

 

Teir báðir, sum ikki vóru við til móttøkuna og tí ikki eru við á felags myndini, eru Aksel Niclasen og Kjartan Simonsen. Teir fáa heiðursmerkið handað seinni.