Iran fer at lata vera við at leypa á grannalondini, um ikki Iran sjálvt verður fyri álopum frá hesum londum.
Tað segði iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, í røðu, sum almenna sjónvarpið sendi í dag, sambært Reuters.
Sambært forsetanum hevur fyribils leiðsluráðið í landinum samtykt at steðga álopunum.
– Fyribils leiðsluráðið gjørdi í gjár semju um, at tað ikki verða fleiri álop á grannalondini og at rakettir ikki verða skotnar, uttan so at álop á Iran stavar frá hesum londum, sigur Pezeshkian.
Útsøgnin frá forsetanum kemur, eftir at fráboðanir vóru um spreingingar í fleiri av grannalondunum í Iran leygarmorgunin.
– Eg biði grannalondini, sum vórðu álopin av Iran, um umbering, segði Pezeshkian í røðuni, sambært Reuters.
Tað er ikki greitt, um álopini hjá Iran á grannalondini veruliga eru steðgað, ella nær boðini hjá forsetanum um at steðga álopum fáa gildi.
Í røðuni legði Pezeshkian eisini dent á, at landið ongantíð fer at geva seg undir Ísrael ella USA, skrivar tíðindastovan AFP.
Í gjár boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at USA fer ikki at gera avtalu við Iran, uttan so at landið kapitulerar.
Á sosiala miðlinum X skrivaði Masoud Pezeshkian seinnapartin leygardagin, at Iran - eftir hansara tykki - í veruleikanum ikki hevur lopið á grannalondini, tí Iran hevur beint síni álop móti amerikanskum hernaðarstøðum og øðrum amerikanskum virkjum í londunum.
Sambært AFP er forsetin ein av trimum limum í einum fyribils leiðsluráði, sum hevur staðið á odda fyri Iran, síðani ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð dripin í amerikanskum-ísraelskum álopum fyri einari viku síðani.
Í dag vóru sambært CNN fráboðanir um nýggj álop bæði í Bahrain og Katar. Eini trygdarboð eru eisini send fólki í katarska høvuðsstaðnum, Doha, har boðað verður frá, at trygdarhóttanin er avtikin.
Verjumálaráðið í Katar upplýsti sambært fjølmiðlunum, at eitt rakettálop varð avbyrgt.
Samstundis hava myndugleikarnir í býnum Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum eisini avbyrgt einum álopi.
Hetta skrivaði stjórnarmiðlaskrivstovan í Dubai í einum innleggi á X, har hon staðfesti, at tað hevði verið "ein lítil hending orsakað av, at rusk fall eftir eitt skottilburð".
/Ritzau/











