Í einari ST-frágreiðing, sum verður almannakunngjørd í september, verður forsetin í Rwanda, Paul Kagame, lagdur undir hópdráp, neyðtøkur, rán og onnur brotsverk. Franska blaðið Le Monde, sum hevur fingið fatur á frágreiðingini, skrivar, at sambært innihaldinum er Paul Kagame sekur í 617 ymsum krígsbrotsverkum.
Sambært frágreiðingini framdi Kagame illgerðirnar í árunum frá 1998 til 2003 í Burundi, Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Rwanda.
Sambært Le Monde verður Paul Kagame skuldsettur fyri fólkadráp, tá ST-frágreiðingin verður almannakunngjørd í næsta mánað.