Forsetavalið í Hoydølum

Hósdagurin í síðstu viku varð í Studentaskúlanum nýttur til kunning um spennandi forsetavalið í USA, sum er á skránni í dag

ALTJÓÐA POLITIKKUR Í HOYDØLUM


Í dag fara amerikanararnir at gera av, hvør skal búgva í Hvítu húsunum næstu fýra árini. Sambært veljarakanningunum er talan um sera tætta uppgerð millum John Kerry og George W. Bush. Sitandi forsetin hevur í veljarakanningunum verið eitt vet frammanfyri avbjóðaran. Men munurin hevur verið so mikið lítil, at einki er avgjørt, nú amerikanararnir fara at atkvøða. Umframt at velja forseta gera tey í USA í dag eisini av, hvussu Kongressin skal verða mannað næstu árini. Allir 435 limirnir í Umboðsmannatinginum skulu veljast fyri tvey tey næstu árini, og ein triðingur av teimum 100 limunum í Senatinum skulu veljast fyri næstu seks árini.
Amerikanska valið og valstríðið og serliga spurningurin um, hvør skal verða forseti, hevur seinastu vikurnar ikki bara upptikið tey í USA. Kring allan heimin hevur verið fylgt væl við í valstríðnum og veljarakanningunum. Tað er ikki so undarligt, tí einki er at ivast í, at tann, sum situr í Hvítu húsunum, situr í valdmiklasta starvinum í øllum heiminum. Viðhvørt hevur tað verið tikið til, at tað ikki bara áttu at verið amerikanararnir, sum valdu forseta í USA, men fólk kring allan heimin. Tí amerikanski forsetin hevur á so mangan hátt møguleika at ávirka alla staðni.
Ymsa staðni kring heimin hava skúlar gjørt burturúr valinum í undirvísingini, eitt nú við at skipa fyri temadøgum. Soleiðis varð eisini gjørt í Hoydølum hósdagin í síðstu viku. Ein av lærarunum, Karin Jóhanna Knudsen, sum undirvísir í samfelagsfrøði og enskum, tók stig til tematímar og vitjan í Havnar Bio. Talan var um eitt tilboð, sum lærarnir saman við flokkunum høvdu møguleika at melda seg til. Áhugin var ovurhondsstórur, mest sum allur skúlin luttók. Tað er ikki rúmsátt í Hoydølum, so felagstímar vóru bæði í samkomuhøllini og fimleikarahøllini.
Á skránni vóru trý tiltøk. Jan Berg Jørgensen, sum undirvísir í skúlanum í filmsvísind, umframt at hann arbeiðir í Sjónvarpi Føroya, skipaði saman við sínum næmingum fyri framløgu, har evnið var Dokumentarfilmar sum sjangra. Eitt nú varð víst á, hvussu sjangran er tillagað og broytt, síðani hon kom fram fyri mongum árum síðani. Serligt fokus var á filminum hjá Michael Moore, Fahrenheit Nine/Eleven, sum hevur verið so nógv umrøddur, og sum hesar seinastu vikurnar hevur verið at sæð í Havnar Bio.
At fokus serliga var á hesum filminum, ið hevur sum mál at seta George W. Bush í ringt ljós og at fáa veljararnar í USA at venda sær frá honum, komst av, at triði parturin av temadegnum var vitjan í Havnar Bio. Eftir at tiltakið í Hoydølum var liðugt, fóru næmingarnir oman í býin at hyggja at hesum filminum.
Annar tátturin á skránni var kunning um, hvussu valini, sum eru í USA í dag, ganga fyri seg. Jóannes Hansen, sum undirvísir í Studentaskúlanum á Kambsdali og í HF skeiðnum í Klaksvík, vitjaði í Hoydølum saman við næmingum, sum hann undirvísir í samfelagsfrøði. Jóannes Hansen lýsti út frá grundlógini hjá USA bakgrundina fyri amerikansku valskipanini, hvørjar leiklutir Forsetin, Kongressin og Hægsti rættur hava, hvørjar líkheitir og hvørjir munir eru á forsetavalevnunum, hvat veljarakanningar hava sagt síðstu vikuna, og hvat tað verður roknað við, at úrslitið fer at verða í statunum runt um í USA.
Sambært næmingum og lærarum, sum vóru við í Hoydølum henda dagin, var tiltakið áhugavert og væl eydnað. Ein øðrvísi skúladagur sum næmingarnir ivaleyst fara at minnast, og eitt tiltak, sum ger, at næmingarnir ivaleyst hava betri hug og fyritreytir at fylgja við í kvøld og í nátt, hvussu tað fer at tørna út í USA.