Forsetavalið ógildað

Tað var spenningur um valúrslitið til forsetavalið í Eysturríki í mai, tá eysturríkarar skuldu velja millum høgrapopulistin Norbert Hofer og valevnið hjá teimum grønu Alexander Van der Bellen.


Alexander Van der Bellen vann valið við 50,3 prosent av atkvøðunum, og var tað ein stórur lætti mongum, ið vóru bangin fyri, at Eysturríki gjørdist fyrsta landið í Evropa, ið valdi ein høgrapopulist til forseta.

 
Tá atkvøðurnar á valdegnum vórðu taldar stóð á jøvnum, og var tað fyrst, tá brævatkvøðurnar vórðu taldar við, at Alexander Van der Bellen kundi staðfesta sigurin. Tá hevði hann 31.000 túsund fleiri atkvøður ella 0,6 prosent meira enn mótvalevni.


Illgruni var tó um, at alt ikki var farið rætt fram í uppteljingini av atkvøðunum, og førdi tað við sær, at úrslitið varð kært til grundlógardómstólin í Eysturríki.


Í dag gav so grundlógardómstólurin kæraranum viðhald og hevur ógildað úrslitið av valinum og útskriva nýval.


Grundlógardómstólurin metir, at tað nevniliga vóru fleiri av teimum avgerandi brævatkvøðurnar, ið ikki vórðu rætt viðfarnar. Millum annað vóru nakrar taldar ov tíðliga, meðan aðrastaðni høvdu óviðkomandi fólk atgongd til tær.


Væntandi verður nýval í Eysturríki í september ella oktober.