Forsetaval í Russlandi í mars

Russisku myndugleikarnir kunngjørdu í morgun, at forsetaval verður har í landinum tann 4. mars næsta ár.

Fyrr í heyst kunngjørdi Vladimir Putin, forsætisráðharri, at hann ætlar sær aftur í forsetaembætið. Putin var forseti í Russlandi frá 2000 til 2008, tá hann mátti fara frá, tí eftir grundlógini kann sami persónur ikki vera forseti meiri enn tvey valskeið út í eitt. Síðani hevur Putin verið forsætisráðharri, og fáur hevur ivast í, at tað er hann, sum stýrir, hóast Dmitrij Medvedev er forseti.

Tað kom heldur ikki óvart á nakran, tá Medvedev í heyst boðaði frá, at hann fer ikki at stilla upp á forsetavalinum næsta ár. Hildið verður fyri vist, at hann verður forsætisráðharri, tá Putin tekur við sum forseti.