Forsetaval í Meksiko

Í dag er forsetaval í Meksiko. Valstríðið hevur í stóran mun verið merkt av tí blóðuga stríðnum millum rúsevnaharkaliðini og millum rúsevnaharkaliðini og myndugleikarnar, men búskaparstøðan, sum ikki er stórt mætari har enn so manga aðrastaðni, hevur eisini fingið rúmd í valstríðnum.

Meiningakanningar benda á, at Enrique Pena Nieto (myndin) úr flokkinum PRI hevur besta møguleikan at vinna valið. PRI hevði havt forsetaembætið í 71 ár, tá flokkurin tapti valið í 2000.

Teir harðastu kappingarneytarnir hjá Enrique Pena Nieto eru tann vinstrasinnaði Andres Manuel Lopez og Josefina Vazquez Mota, sum stillar upp fyri flokkin PAN.

Knappliga 80 milliónir meksikanar hava rætt til at atkvøða í dag.