Tíðliga í juni skulu veljararnir í Egyptalandi í valhølini at velja forseta. Tað hevur ein týðandi embætismaður sagt sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
Embætismaðurin sigur, at fær einki valevni meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, verður eitt valumfar afturat seinni í juni ímillum tey bæði valevnini, sum fáa flest atkvøður í fyrra umfari.
Seinasta freist at stilla upp er 10. mars.
Hosni Mubarak varð noyddur úr forsetaembætinum í Egyptalandi, sum hann hevði havt í 30 ár.