Politiskir eygleiðarar vænta, at Hamid Karzai, forseti, fer at stilla uppaftur, sjálvt um umdømi hansara er versnað nógv í seinastuni orsakað av áhaldandi tíðindum um svik í almennu umsitingini og í tí politiska umhvørvinum og vantandi úrslitum í bardaganum við Taliban. Karzai er tann fyrsti leiðarin í Afghanistan, sum er valdur á demokratiskan hátt.