Forseti ÍSF gjøgnum mong ár Heðin Mortensen hevur sum kunnugt lagt frá sær og nýggjur forseti, Sølvi Reinert Hansen, er valdur. Heðin Mortensen hevur gjørt eitt stórt arbeiði sum fremsti talsmaður fyri føroyskan ítrótt. Hann hevur gjørt ÍSF sjónligt og hann hevur megnað at skapa virðing og viðurkenning kring ítróttasambandið. Ótroyttiliga hevur Heðin virkað fyri størri fatan og og betri sømdum fyri føroyska ítrótt og hann hevur verið ein bæði virdur og vælumtóktur forseti. Hann var meira ella minni vorðin eitt við ÍSF.
Nú verður tað so heilt annar persónur, sum skal standa á odda fyri ítróttini. Tað verður eingin løtt uppgáva at lyfta arvin eftir Heðin. Hinvegin er nakar førur fyri hetta, so er tað júst Sølvi Reinert Hansen. Sølvi hevur í mong ár virkað sum rágevi innan ÍSF. Hann hevur verið við til heimligar so væl sum altjóða samráðingar og hann hevur serstakliga havt áhuga fyri ungdóminum og er upptikin av spurningum sum rekruttering, útbúgving og altjóða samstarvi. Hóast hann sostatt kann tykjast vera partur av verandi valdsbygnaði innan ÍSF, so skal ein ikki rokna við, at alt fer at verða verandi, sum tað hevur verið innan ÍSF. Alt bendir á, at nýggi forsetin fer at koma við broytingum, sum ivaleyst eru fyri neyðini.
Til hetta starv hevur Sølvi Reinert Hansen góðar fortreytir. Hann er vælskúlaður, og hóast stillførur, sannførandi og væltalandi, tykist hann hava gjørt sær greiða mynd av føroyskari ítrótt og føroyskum ítróttarpolitikki í framtíðini. Sølvi umboðaði ÍSF í tí bólki, sum orðaði visjiónina fyri mentan, sum eisini fevndi um ítróttina. Fyri Sølva er ítrótt sálvsagdur og týðandi partur av mentan okkara. Her var hann soleiðis við til at orða málini fyri framtíðar ítróttarpolitikki, nevniliga, at ítrótt er fortreyt fyri trivnaði og menning borgarans og hevur týdning fyri fólkaheilsuna.
Lunnar skulu verða lagdir undir eina framhaldandi menning av ítróttini í nær- og fjarumhvørvinum. Í 2015 skulu fjøltáttað og mennandi ítróttatilboð vera til øll og útbúgvingartilboð skulu vera til føroysk og útlendsk ítróttafólk- og leiðarar. Føroyar skulu tá vera vorðnar sjónligar í altjóða ítróttasamstarvinum, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum. Føroysk ítrótt og ítróttafólk eru eftirspurd í altjóða ítrótti og ítróttin hevur týdning fyri landsins búskap. Tað er sostatt ein stór ábyrgd Sølvi hevur átikið sær, sum setur stór krøv ikki bert til nýggja leiðaran men til alla leiðsluna í ÍSF og til leiðslurnar í øllum sersambondum. Vit ynskja honum góða eydnu við starvinum við vónini um gott samstarv við fjølmiðlarnar.