Hóast tey ikki eru liðug at telja atkvøðurnar frá forsetavalinum í Serbia í dag, er tað greitt, at tann høgrasinnaði andstøðuleiðarin Tomislav Nikolic hevur vunnið á verandi forsetanum, Boris Tadic.
-Eg ynski honum tillukku við sigrinum. Hetta var ein rættvísur og uppiborin sigur, og eg ynski honum góða eydnu við arbeiðinum, segði Boris Tadic fyrr í kvøld. Hann hevur verið heitur talsmaður fyri serbiskum limaskapi í ES, og undir valstríðnum hevur Nikolic (myndin) sagt, at hann fer at halda fram við samstarvinum við ES, um hann vann valið.
Tey fyrstu tølini frá uppteljingini hava víst, at Nikolic fær millum 1,5 og 2,0 prosentstig fleiri atkvøður enn Tadic.