Forsetaskifti í Letlandi

Tjóðartingið í Letlandi valdi í gjár Andris Berzins til landsins forseta. Hann fekk 53 atkvøður, og fráfarandi forsetin, Valdis Zatlers, fekk 41. Zatlers kravdi í síðstu viku, at tjóðartingið skuldi sendast til hús, tí tað sýtti fyri at kanna, um ein tingmaður hevur gjørt seg sekan í sviki. Sum forseti gjørdi hann av, at ein fólkaatkvøða skal gera av, um tingið skal koyrast til hús ella ikki.

Atkvøðugreiðslan um forsetaembætið var komin á dagsskránna hjá tinginum, áðrenn Zatlers kom við avgerðini um fólkaatkvøðu, og hann viðgekk í gjár, at avgerðin hevði neyvan bøtt um hansara møguleikar fyri at verða afturvaldur.

Hann fekk rætt. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í tinginum í gjár ger, at forsetin skal úr embætinum tann 7. juli. Men avgerð hansara um fólkaatkvøðu stendur við, so tann 23. juli skulu letlendingar taka støðu til, um tingið skal koyrast til hús ella ikki.