Forsetaskifti í Haiti

Michel Martelly varð í dag tikin í eið sum forseti í Haiti. Hann tekur við eftir Rene Preval. Hetta er fyrstu ferð, at valdið í Haiti fer frá einum flokki til ein annan við einum demokratiskum vali.

Tann nýggi forsetin hevur sagt, at hann ætlar serliga at leggja dent á at menna landsins búskap, men avbjóðingin er sera stór, tí fleiri hundraðtúsund fólk liva framvegis í tjøldum eftir tann ógvusliga jarðskjálvtan í fjør.

Michel Martelly, sum er 50 ára gamal, hevur drúgvar royndir sum sangari, men hann hevur ongar politiskar royndir, skrivar Reuters.