Sergjørdi Cadillac forsetabilurin hjá nýggja amerikanska forsetanum er sera væl útgjørdur. Nýggi forsetin í USA, Barack Obama, er væl koyrandi í síni sergjørdu Cadillac limousinu, sum kann standa seg ímóti so at siga øllum álopum.
Panseringin av bilinum er ein kombinatión av spesialherdaðum stáli, aluminum, titanium og keramiskum tilfari, sum syrgja fyri at t.d. projektil ikke kunnu treingja inn í kabinuna.
Hurðarnar eru 20 centimetrar tjúkkar, og kabinan hevur innbygt ilt-anlegg. Eisini er ein lítil blóðgoymsla við blóði hjá forsetanum, um okkurt álvarsligt skuldi verið áfatt. Umframt skrivstovu við allari elektroniskari tøkni er bilurin eisini útgjørdur við yvirvakingartólum, sergjørdum vápnum og táragassi.
Dekkini eru forstyrkt við kevlar, og sergjørdu felgurnar eru gjørdar soleiðis, at bilurin kann koyra hóast eitt ella fleiri dekk eru punkteraði.
Bilurin, sum hevur umleið 500 hk motor og vigar meira enn fimm tons, verður nýttur bæði heima í USA og við almennar vitjanir í øðrum londum.