Forsagnir: Hollande vinnur

Kanningar, sum tríggir av teimum fremstu kanningarstovnunum hava gjørt uttan fyri valhølini í Fraklandi í dag, vísa, at sosialisturin Francois Hollande vinnur forsetavalið í dag.

Ein kanning, sum IPSOS gjørdi um middagsleitið, ga Hollande 52,5 prosent av atkvøðunum og Nicolas Sarkozy 47,5 prosent. Ein kanning, sum Sofres gjørdi um somu tíð, gav Hollande 53 prosent og Sarkozy 47.

Klokkan tvey seinnapartin gjørdi Harris Interactive eina tilsvarandi kanning, og eftir henni vinnir Hollande við 53 prosentum ímóti 47.

Valhølini á bygd lótu aftur klokkan fimm okkara tíð, men í býunum eru tey opin til klokkan sjey.