Forsætisráðharri í Letlandi stendur til valsigur

Lettiski stjórnarflokkurin stendur til næstn 20 prosent av atkvøðunum á landsins tjóðartingsvali

 

Forsætisráðahrrin í Letlandi, Arturs Krisjanis Karins, fer helst at standa á odda fyri næstu stjórnini eisini eftir tjóðartingsvalið í gjár. - Foto: Gints Ivuskans/Ritzau Scanpix

Nú 91 prosent av økjunum eru tald stendur flokkurin hjá lettiska forsætisráðharranum Arturs Krisjanis Karins, Jaunā Vienotība - Nýtt Samljóða - til at gerast størsti flokkurin eftir valið í gjár.

Í seinastu tølunum í morgun stendur flokkurin at fáa 19 prosent av atkvøðunum. Artur Krisjanis Karins stendur á odda fyri einum mið-høgraflokki í Letlandi. Hann er fyrsti stjórnarleiðari, sum hevur klárað at sita í eitt heilt valskeið.

Flokkurin hevur fingið størstu undirtøkuna millum lettisku flokkarnar. Roknað verður við, at forsætisráðharrin at fer at leiða eina samgongustjórn.

Tað verður tó neyðugt hjá Karins við stuðli frá fleiri øðrum flokkum. Flokkarnir í samgongustjórnini standa til 42 sessir í tjóðartinginum. Tað eru tilsamans 100 sessir í tinginum. 

Trygdin hjá Lettlandi hevur verið høvuðsevnið í valstríðnum. Orsøkin til tað er russiska innrásin í Ukraina.

Hildið verður, at Arturs Krisjanis Karins hevur havt eitt gott val sum úrslit av, at hann og flokkur hansara í stóran mun hava stuðlað Ukraina og verið atfinningarsom ímóti Russlandi.

Lettland hevur millum annað avmarkað møguleikan hjá russiskum ríkisborgarum at ferðast inn til Letland frá annaðhvørt Russlandi ella Hvítarusslandi.

Í gjárkvøldið vístu kanningar á valstøðunum, at teir flokkar, sum umboðaðu russiska minnilutan, stóðu til afturgongd.

Níggju flokkar standa til at koma inn í lettiska tjóðartingið eftir valið.

/ritzau/Reuters

 

Forsætisráðahrrin í Letlandi, Arturs Krisjanis Karins, fer helst at standa á odda fyri næstu stjórnini eisini eftir tjóðartingsvalið í gjár. - Foto: Gints Ivuskans/Ritzau Scanpix