Forsætisráðfrúan væntar sjeynda pakkan við revsitiltøkum

Ein loysn skal finnast á ósemjuni við Ungarn um sætta pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark.

 

Mette Frederiksen er í dag í Brússel, har ein eyka ES toppfundur er um støðuna í Ukraina.

Har skulu limalondini royna at finna semju um sætta pakkan við revsitiltøkum, og tað er »sera týdningarmikið«, sigur Mette Frederiksen, tá hon er á veg inn á fundin.

– Vit skulu leggja so hart trýst á Russland sum gjørligt fyri at steðga krígnum, sigur Mette Frederiksen.

Hon ger greitt, at Danmark er fyri »so hørðum tiltøkum sum yvir høvur gjørligt« og gjarna fleiri.

– Nú er tað tann sætti pakkin við revsitiltøkum, sum vit samráðast um, og eg vænti eisini, at tað kemur ein sjeyndi pakki, sigur hon.

Serliga Ungarn hevur forðað fyri semju um revsitiltøk ímóti russiskari olju, har tann sætti pakkin leggur upp til púra at steðga innflutningi av russiskari olju.

Ungarn vísir á, at tey eru sera bundin av russiskari olju gjøgnum rørleiðingar og ikki hava havnir, har skip kunnu koma, sum kunnu veit olju frá øðrum londum. Landið ynskir tí eina skipan, sum kann hjálpa Ungarn.

– Vit vita væl, at Ungarn og nøkur fá onnur lond eru í hasi støðuni, tí tey eru ógvuliga bundin av Russlandi. Tí mugu vit finna eina loysn á, sigur Mette Frederiksen um støðuna við Ungarn.

Hon sigur víðari, at hon ikki er »troytt« av støðuni.

– Hetta er evropiskur politikkur og er ikki øðrvísi enn danskur politikkur, har samráðingarnar við hvørt taka longri tíð.

/ritzau/