Forsætismálaráðið bluffar

Tað liggur ongin viðurkenning av nøkrum slag í flaggmálinum, sigur Magni Arge.

Tað liggur ongin viðurkenning av nøkrum slag í flaggmálinum, sigur forætismálaráðið í svari upp á spurningar, sum Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, setti í samband við átakið at flagga við føroyska flagginum á ólavsøku.

 

Fólkatingsmaðurin spurdi forsætismálaráðið, um flaggdagurin eisini innihelt eina viðurkenning av at tey trý londini, Føroyar, Grønland og Danmark, eru javnbjóðis partar í ríkinum. 

 

Svarið frá forsætismálaráðnum er, at flaggdagurin ikki broytir stjórnarskipanarligu støðu Føroya ella Grønlands í ríkinum og ei heldur hevur nakra ávirkan á spurningin um sjálvsavgerðarrættin hjá londunum.

 

- Forsætismálaráðið váttar, at alt tað heila við flaggdøgunum er súmbolskt bluff, tí danska stjórnin hevur ikki flutt seg ein millimetur í síni formalistisku tulking av viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, sum bæði er ótíðarhóskandi og avmarkandi fyri Føroyar og okkara møguleikar at verja egin áhugamál. Hvørjum flaggar staturin so fyri, tá hann vindur Merkið á song? Sær sjálvum?, spyr Magni Arge.

 

Tí metir Magni Arge, at tað framvegis er neyðugt, at sjónarmiðið um, at Føroyar eru land, og at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti samsvarandi fólkarættinum, áhaldandi verður ført fram allastaðni - eisini á fólkatingi.

- Hin týdningarmesta viðurkenningin kemur tó ikki úr forsætismálaráðnum, men frá okkum sjálvum, tá vit staðfesta okkara sjávsavgerðarrætt í egnari grundlóg. Tað er tíbetur tað, sum landsstýrið hevur sett sær fyri, sigur fólkatingsmaðurin fyri Tjóðveldi.

 

Magni Arge spurdi eisini, hví danir ikki valdu okkara flaggdag heldur enn ólavsøku, men fekk onki svar annað enn, at tey høvdu valt “det, der almindeligvis kaldes Færøernes nationale festdag.”


- Vit kunnu tí bara gita, at súmbolikkurin var ov herskin, tí vit á flaggdegnum ikki bara heiðra Merkið, men eisini alla okkara søgu fyri stríðnum at varðveita og menna okkara tjóðskaparliga samleika, sigur Magni Arge.

 

Hann leggur afturat, at niðurstøðan tí má gerast, at forsætismálaráðið ikki bert bluffar við sínum fitta gestusi móti Føroyum og Grønlandi, men eisini roynir at krøkja ein danskan samleika upp í føroyska flaggið.

- Tað var betur ógjørt. Tað er alt í lagi, at Danmark veittrar við føroyska flagginum til serlig høvi, men Merkið er ikki danskt ríkisflagg. Tað er okkara tjóðarmerki, sigur Magni Arge.