Forsætisráðharrin í Norðurkorea

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, var í morgun á markinum millum Norðurkorea og Suðurkorea. Har nýtti hon høvi til at fara inn í ein av ST-bygningunum, sum standa á sjálvum markinum, og at hon tók nøkur fet inn inn um norðurkoreanska markið.

Donsku fjølmiðlarnir skriva, at hon var bara nakrar fáar centimetrar frá teimum norðurkoreonsku hermonnunum, sum stóðu hinumegin glasrútin við myndatólum og tóku myndir av gestinum.

-Hetta er tann síðsti skansin í kalda krígnum. Tað er óhugnaligt at vera her, og tað er sera tyngjandi, at partarnir eftir 50 ár framvegis standa yvir fyri hvør øðrum við hatursfyltum eygum og løddum vápnum, segði Helle Thorning-Schmidt við tíðindafólkini.

Forsætisráðharrin er í Suðurkorea og tekur lut í einari altjóða ráðstevnu um kjarnorkuyvirgang.