Forsætisráðharrin í Kosovo skuldsettur fyri krígsbrotsverk

Ramush Haradinaj hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær.

 

Ramush Haradinaj kunngjørdi fríggjadagin, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri í Kosovo, eftir at hann er biðin um at møta í serligum altjóða dómstóli í Haag, skrivar DR.

Hann er skuldsettur fyri at hava framt krígsbrotsverk undir krígnum í árunum 1998-1999, ið var avgerandi fyri loysingina hjá Kosovo frá Serbia. 

Í 2015 bleiv ein serligur dómstólur settur á stovn til tess at viðgera sakarmál í sambandi við krígsbrotsverk framd av frælsisherinum í Kosovo, KLA, sum stríddist fyri sjálvræði fyri Kosovo. Ramush Haradinaj var herovasti í KLA. 

Kosovo lýsti seg sum sjálvt sum sjálvstøðuga tjóð í 2008, og hevur síðani fingið viðurkenning frá stórum parti av umheiminum.