Forsætisráðharrin avlýsti vitjan

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur vitjað teir donsku hermenninar í Afghanistan um vikuskiftið. Hetta er onnur vitjan hansara har sum forsætisráðharri. Ferðaætlanin hjá forsætisráðharranum bleiv broytt, tí herleiðslan helt, at vandi kundi vera fyri álopi á Armadillo-hernaðarleguna. Tí bleiv vitjanin har avlýst. Sambært oberstinum Flemming Mathiasen hevði herleiðslan fingið frænir av einari álopsætlan.

Lars Løkke Rasmussen sigur við danska kringvarpið, at hann er harmur um, at vitjanin í Armadillo-leguni bleiv avlýst, men at hann skilir avgerðina hjá herleiðsluni.

Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, segði í síðstu viku, at Danmark fer ikki at taka sínar hermenn úr Afghanistan, fyrr enn tað er friður í landinum.