Teir flestu donsku veljararnir vilja hava fólkatingsval, um Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, velur at fara í annað starv Anders Fogh Rasmussen kann ikki fara frá og lata Lars Løkke Rasmussern taka við uttan at spyrja veljararnar.
Í einari kanning hjá Ritzau siga 57,9 prosent, at eitt skifti í forsætismálaráðnum krevur fólkatingsval. 33,5 prosent halda tað vera í lagi, at Lars Løkke Rasmussen verður forsætisráðharri, uttan at veljararnir verða spurdir um tað.
Anders Fogh Rasmussen hevur víst aftur, at eitt forsætisráðharraskifti krevur fólkatingsval.
Kanningin hjá Ritzau vísir annars, at eitt fólkatingsval um forsætisráðharraskiftið hevði givið Danmark eina aðra stjórn. 48 prosent høvdu valt eina stjórn við Helle Thorning-Schmidt sum leiðara, meðan 38,5 prosent vildu havt eina stjórn undir Lars Løkke Rasmussen.